Skip to main content

Tíðindi

Vegbungur

Í dag 25.03.2026 festa umsjónarmenn hjá Skopunar kommunu vegbungur á vegin. Í tí sambandi heita vit á tykkum um at vísa varðsemi, tá tit koyra í bygdini.

Í fyrstu atløgu, verða bungur lagdar á Skúlavegin, Garðavegin, Tunguvegin og á Ognarvegin. Hetta er ein liður í at gera tað tryggari hjá øllum, sum ferðast, bæði til gongu og í ferðsluni, í Skopun.

Fyrr í ár komu skeltir upp, sum vísa á, at tað einans er loyvt at koyra 30 km/t inni í bygdini. Á einum strekki á Tormansvegnum er tó loyvt at koyra 50 km/t.

Vit hava fingið góðar afturmeldingar og tað fegnast vit um.

 

Skopunar kommuna