Dagstovnur
Barnagarðurin í Gerðinum
Í Barnagarðinum í Gerðinum er tað kroppur, rørsla, náttúra og áhugin hjá barninum, sum er tað, sum vit leggja stóran dent á, í okkara arbeiði.
Vit leggja dent á, at øll børn sleppa út at spæla og røra seg hvønn dag. Hagi, áir, vøtn og nógv annað spennandi eru í nærumhvørvinum hjá Barnagarðinum og hetta hava vit stórt gagn av. Vit royna í mestan mun at lata forvitni og áhugan hjá børninum vera tað, sum er stýrandi í gerandisdegnum.
Einaferð um vikuna, fara vit við bussinum heim í ítróttarhøllina og at svimja.
Á stovninum eru tvær barnagarðsstovur og ein vøggustova. Allar stovurnar rúma 15 børnum hvør.
Til stovnin hoyrir eisini frítíðarskúli, tað er fyri børn í 1-3 flokki.
Frítíðarskúlin heldur til í Skúlanum á Herðuni.
Á Dalinum, sum er okkara vøggustova, arbeiða í løtuni ein námsfrøðingur og fýra hjálparfólk.
Í barnagarðsstovuni Lykkjan arbeiða tveir námsfrøðingar og eitt hjálparfólk.
Í barnagarðsstovuni Koytan arbeiða ein námsfrøðingur og tvey hjálparfólk.
Í frítíðarskúlanum arbeiður ein námsfrøðingur og trý hjálparfólk.
Vøggustova og barnagarður eru opin frá kl 07.15 til 16.45.
- Aktivitetirnir á stovninum byrja uml kl 09.30. Byrjað verður sum oftast við einum góðum gevandi túri.
Frítíðarskúlin er opin frá tí tey fyrstu skúlabørnini fáa frí til kl 16.30.
Á stovninum brúka vit Intranet (Intra). Her kunnu foreldur skriva og móttakað boð frá stovninum. Eisini kunnu tey síggja, um barnið er útferð, um tað svevur, umframt myndir og aðra kunning
Leiðari á stovninum er Conny S. Petersen
Varaleiðari er Joan H. Poulsen
Barnagarðurin í Gerðinum
Tunguvegur 10.
Fo-240 Skopun
Tlf: 361202/216202
Mail: gerdinum1@office.fo
Myndir frá barnagarðinum

































