Skopun er norðasta bygdin á vøkru Sandoynni. Her búleikast vit í náttúruvøkrum umhvørvið, við góðum møguleikum at fara okkum ein túr í hagan ella út á fjørðin.

Í Skopun er gott at búgva. Her er deiligt og trygt hjá børnum at veksa upp, og vit hava góðar umstøður í barnagarði og í barnaskúla.

Skopunar kommuna leggur dent á. at felagsskapurin og mentanin fáa gott rásarúm, og at vit koma hvørjum øðrum við. Eisini hava vit góðar umstøður til eitt gott prát í undirhúsinum, ella eina hugnaliga løtu í Ítrivslonini, har møguleiki er at gera handaligt arbeiði.

Skopunar kommuna hevur sett sær sum mál at arbeiða fyri, at tað skal vera gott og trygt hjá øllum at búleikast í Skopun. Vit vilja vera ein savnandi og framsøkin kommuna, sum tekur ábyrgd av at karmar og onnur viðurskifti eru ílagi so, at tað er gott at virka fyri bæði borgarar og vinnuna.

Sum kommuna, vilja vit altíð vera við til at uppbyggja og skipa fyri góðum kørmun so, at umstøður o.a. eru so góðar sum til ber, har vit eisini taka atlit til umhvørvið og náttúruna sum heild.