Andlát og jarðarferðir

Í juni mánaði í 2023 gjørdi Skopunar Kommuna avtalu við biðimansfyritøkuna Sólsetur.
Hetta inniber flutning við líkbilinum úr Havn til Skopunar og út í kirkjugarðin.
Í sáttmálanum stendur: Avtalan inniber koyring fyri Skopunar Kommunu við líkbili í.s.v. andlát og jarðarferð.
Um ein hevur brúk fyri koyring skal ringjast beinleiðis til Sólsetur á tlf 299000.
Henda tænasta er uttan kostna fyri borgaran.