Skip to main content

Tíðindi

Ung í arbeiði 2025

Frá 23.06 til 04.07 skipaði Skopunar kommuna fyri ung í arbeiði.

Tey hava veri sera røsk. Tað er lúka og rudda framvið veg kantinum runt í bygdini. Skeltir eru sett upp og tað er mála á kaiini.

Trø eru plantaði ymsastaðni í bygdini, m.a. framvið vegnum oman til ellisheimið, við Luddahúsini og aðrastaðni í bygdini.

Eisini eru flisar lagdar í kommunugarðin á Høvdarhagavegnum, har ætlanin eisini er at seta benkur upp. Eitt gott høvi at seta seg niður eina løtu í góðum veðri, meðan børnini kunnu spæla í garðinum.

Fríggjadagin endaði á middegi, har tey fingu mini pizza, donuts og Mist frá kommununi.

Ein raskur ungdómur vit eiga.