Tíðindi
Týna Skøru
Mánadagin 8/6 fór Skopunar kommuna undir at týna skøru úti í Skarð.
Tíverri sæst týðiliga, hvussu skjótt hon breiðir seg.
Fleiri í bygdini hava gjørt vart við, at tey hava sæð skøru inni í bygdini eisini.
Tað hevði verið til stórt gagn, bæði fyri kommunu og landslag, um skøran bleiv beind burtur so skjótt, man kom fram á hana.
So lat okkum standa saman, og fáa bast hesum skaðavøkstri, áðrenn hann fær fastatøkur í bygdini.
Vegleiðing til, hvussu man kann beina skøruna burtur sæst her.
Skopunar kommuna




