Tíðindi
Teymagjald og skúrleiga
Skopunar kommuna samtykti á kommunustýrisfundi 09.10.2025 at hækka teymagjaldið, og at hækka leiguna á skúrunum á kaiini.
Áður hevur teymagjaldið verið eins fyri allar bátar. Tað gjaldið var kr. 1500,- um árið.
Framyvir verður tað broytt, so at man kemur at gjalda eftir breidd á bátinum.
Skúrleigan hevur verið kr. 150,- fyri teir smærru skúrarnar, og kr. 250,- fyri teir størru skúrarnar.
Gjøldini verða hesi framyvir:
Teymagjald:
Kr. 100.- pr 10 cm. báturin er breiður.
Dømi:
Er báturin 2,5 m breiður, verður teymagjaldið kr. 2.500,- árliga.
Skúrleiga:
Fyri teir stóru skúrarnar verður mánaðarliga leigan kr. 300,-
Fyri teir smærru skúrarnar verður mánaðarliga leigan kr. 200,-
Hesi gjøld koma í gildi 01.01.2026
Skopunar kommuna