Tíðindi
Tænastugjøld á tóm býli
Skopunar kommuna hevði kommunustýrisfund hósdagin 09.10.2025. har m.a. málið um tænastugjald á tóm býli var á skrá. Kommunustýrið samtykti einmælt at áseta tænastugjald á tóm býli.
Sambært lógaruppskotinum so skal tænastugjaldið roknast sum “miðalupphæddin av samlaðu útreiðslunum, sum kommunan hevur havt tey seinastu 5 árini til renovasjón, vatnveiting, kloakk og sløkkilið, deilt við talinum av bygningseindum í kommununi”.
Hetta eru roknskapartølini fyri Skopunar kommunu:
Høvuðskonta | Heiti | R2020 | R2021 | R2022 | R2023 | R2024 |
3021240 | Vatnveiting (Rakstrarj.) | 353 | 569 | 405 | 522 | 387 |
3041240 | Kloakkir (Rakstrarj.) | 45 | 41 | 13 | 15 | 113 |
3042240 | Renovasjón (Rakstrarj.) | 1.218 | 1.148 | 1.197 | 1.187 | 1.498 |
3111240 | Sløkkiliðið (Rakstrarj.) | 406 | 287 | 222 | 276 | 267 |
Tilsamans | 2.022 | 2.045 | 1.838 | 1.999 | 2.265 |
Tað vil siga, at árligi miðalkostnaður seinastu 5 árini er 2.034 mió. kr.
Skopunar kommuna hevur sambært Umhvørvisstovuni 230 bygningseindir.
Tað vil siga at tænastugjaldið eigur at vera kr. 8.843,- um árið (= 2.034.000 / 230)
Tað vil siga kr. 737 ,- pr. mð (=8.843 / 230)
Hetta hevur við sær, at Skopunar kommuna liggur nakað omanfyri tað hámarkið, sum FMR ásetti 1. okt. 2025.
Hámarkið er sett at vera kr. 7.945,- árliga ella kr. 620,- um mánaðin, sum er eitt vet lægri enn miðaltali hjá Skopunar kommunu.
Kravið verður sent eigarum av býlunum. Eru fleiri eigarar, bera teir samábyrgd fyri upphæddini.
Lógin kann lesast her:
https://logir.fo/Logtingslog/80-fra-02-05-2025-um-taenastugjald-a-tom-byli
Skopunar kommuna fer at senda skriv til eigarar í næstum, við nærri upplýsingum.
Eru ivamál, ber til at venda sær til Skopunar kommunu á skopun@skopun.fo ella á tlf. nr. 361349 ella 515112.
Hetta kemur í gildi 01.01.2026
Skopunar Kommuna