Tíðindi
Summar 2026
Góðu skopuningar,
Nú summarferia av álvara nærkast, fara vit at líta aftur á fyrru helvt av 2026.
Kommunustýrið hevur sett sær nøkur mál fyri, hvat vit skulu røkka í 2026.
Sum við øllum, so gongst ikki altíð sum ætla, men gongd er sett á flest øll mál, vit hava sett okkum fyri og okkurt er komið afturat
Av átøkum, sum hava verið í Skopun í ár kunnu nevnast Closed For Maintanance og ung í arbeiði. Hesi bæði riggaðu væl og væl kom burtur úr. Nú er bara 1/3 eftir at gera av gøtuni við Norðaravatn.
Vit hava hildið Várdagar, sum eydnaðust sera væl. Og fyri nøkrum døgum síðani varð Sandoyarstevna hildin í bygdini. Hóast Skopunar kommuna ikki var fyriskipari, royndu vit at gera okkara fyri, at bygdin vísti seg frá síni bestu síðu. Hetta syrgdu tey ungu í arbeiði fyri saman við umsjónarmonninum.
Gongd er komin á at byggja postkassan upp aftur. Nýggi postkassin verður uml. 25% størri enn tann gamli, sum bleiv tikið niður í fjør. Ætlanin var, at arbeiðið skuldi verið komið longri, men so varð ikki. Arbeiði steðgaði í juni mánað, men verður tikið upp aftur skjótast gjørligt.
Pengar blivu settir av til, at leggja nýtt loft upp undir høllina í skúlanum, hetta vegna vánalig ljóðviðurskifti. Hetta arbeiði er farið í gongd og kemur at kosta uml 600.000 kr.
Ábøtur eru gjørdar á ymisk vegastrekkir og nakað verður gjørt afturat seinni í summar.
Leiggjast kann afturat, at túnið uttanfyri Skerið er loksins asfalterað. Tað er Økistænastan, ið stendur fyri tí partinum, og tað er at gleðast um fyri allar partar.
Bungur eru settar upp ymsastaðni í bygdini og ferðahámark er sett á 30 km/t inni í bygdini. Hetta sæst tíbetur aftur í ferðsluni.
Skopunar kommuna fer undir at skráseta allar gravir og í samráð við avvarandi, skipa umstøðurnar so, tað verður lættari at halda kirkjugarðarnar við líka.
Arbeiðið, at gera nýggjan kirkjugarð byrjar í viku 29. Tekning av nýggja kirkjugarðinum liggur á heimasíðuni www.skopun.fo.
Annað, ið kann nevnast úr rúgvuni er, at Skopunar kommunu er komin á Vangan, gjøldini á havnalagnum eru dagførd, gjøld eru løgd á tóm býlir og Barnaverdin í Sandoynni er farin í samstarv við barnaverndina í Tórshavn.
Grundstykkini á Hamarsvegi eru nú enduliga klár at selja, og verða í tí sambandi lýst alment til sølu.
Á kommunustýrisfundi 18/6 bleiv Frida Poulsen, sum er leiðari á Visit Skopun, sett sum integratións samskipari fyri Skopunar kommunu.
Á sama fundi bleiv roknskapurin fyri 2025 eisini gjøgnumgingin og undirskrivaður. Ein álíkning hjá Skopunar kommunu er kr. 34.115.00,00, og kommunan skyldar 0.69 av einari álíkning.
Tað er ein hækking, hóast meir inntøkur í skatti, á 0,5 % frá 2024, men tað kemur av, at kommunan hevur tikið leasing avtalurnar uppá m.a. bátabrúgvar og spælipláss við í roknskapin.
Skrivstovan hjá Skopunar kommunu fer í summarfrí frá mánadegnum 20/07 og letur upp aftur mánadagin 10/8 kl. 9.00.
Skopunar kommuna vil við hesum orðum, ynskja øllum eitt gott summar.
Marjun Debes
Borgarstjóri
Skopunar kommuna

