Skip to main content

Tíðindi

Starvsfólk til Barnagarðin í Gerðinum

Skopunar kommuna sóknast vegna Barnagarðin í Gerðinum eftir námsfrøðingum ella námsfrøðihjálparum.

Talan er um:

  • Eitt eitt starv á 30 tímar um vikuna í Barnagarði at byrja 14. septembur 2026 til 16 juli 2027
  • Eitt starv á 20 tímar um vikuna í Frítíðarskúla at byrja 14. Septembur 2026 til 18 juni 2027

 

LÝSING AV STOVNINUM:

Barnagarðurin er ein stovnur við einari vøggustovu og einari stovu til barnagarðsbørn. Harafturat umsita vit frítíðarskúlan, sum er fyri børn sum ganga í 1. – 2. flokki.

Stovnurin er væl normeraður, og tíð er sett av til fyrireiking/eftirmeting.

Bæði barnagarðurin og frítíðarskúlin liggja mitt í bygdini, og hava stórt uttanumøki við spæliplássi og stutt er til náttúruna, sum vit brúka nógv. Haga, áir, vøtn, djóralív o.a.

Í ARBEIÐI OKKARA VERÐUR DENTUR LAGDUR Á:

  • At virka í tráð við námsætlan stovnsins og námsfrøðilig stevnumið. 108065-na-msfrøðilig-stevnumið-fyri-dagstovnar.pdf (cdn.fo)
  • At lata barnsins áhuga vera tað, sum stýrir dagliga virkinum á stovninum.
  • At møta barninum, har tað er í menningini.
  • Fría spælið.
  • Kropp og rørslu.
  • At brúka náttúruna.
  • Mál og mentan
  • Tvørfakligt samstarv.

 

VIT VÆNTA AV TÆR:

  • At tú ert fyrikomandi og samstarvssinnaður og kann arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi
  • At tú kanst virka í tráð við námsætlan stovnsins og stevnumið
  • At tú sært møguleikar fram um forðingar
  • At tær dámar at vera úti í náttúruni
  • At tú hevur umsorgan fyri børnum
  • At tú brennir fyri at vera við í námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum
  • At tú hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin

VIT KUNNU BJÓÐA TÆR:

  • Eitt starv har kroppur, rørsla, mentan, kreativitetur og fría spælið eru ein stórur partur av gerandisdegnum.
  • Eitt starv har áhugin hjá einstaka barninum er í hásæti.
  • Ein starvsfólahóp sum er samansettur av dugnaligum, glaðum námsfrøðinugum og hjálparfólkum, sum eru við til at skapa ein góðan og mennandi gerandisdag fyri starvsfólk og børn.

Ynskir tú at vita meira um starvið, er tú vælkomin at ringja til leiðaran, Conny S. Petersen á tel. 216202 ella á mail: gerdinum@skopun.fo

 

SETANARVIÐURSKIFTI:

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Fyri at verða settur í starv skal umsøkjari hava reina barnaváttan sambart Løgtingslóg um barna-váttanir (Barnaváttanarlógin)

Er hetta er nakað fyri teg, so send eina umsókn til: gerdinum@skopun.fo í seinasta lagi  týsdagin 9 septembur 2026 kl 12.

 

Skopunar kommuna