Skip to main content

Tíðindi

Sólarmyrking

Góðu skopuningar,

Í samband við at ein stór partvís sólarmyrking verður í Føroyum 12. august 2026, har umleið 91 prosent av sólini verður fjald, hevur Skopunar kommuna keypt brillur til íbúgvar í Skopunar kommunu. Brillurnar kunnu heintast á skrivstovuni frá 10. august kl. 9.00. 

 

Um sólarmyrking er at siga, at tað er eitt náttúrufyribrigdi, har mánin kemur millum jørðina og sólina og forðar fyri ljósinum

Á netinum kann lesast, at tíðskeiðið fyri myrkingina, sum verður 12. august 2026, er:

  • Byrjar: Klokkan 17:56 (fýra minuttir í seks um kvøldið).
  • Størst: Klokkan 18:54 (seks minuttir í sjey).
  • Ender: Klokkan 19:50.
  • Varandi tíð: Ein tími og 54 minuttir tilsamans.

 

Skopunar kommuna