Skip to main content

Tíðindi

Skrivstovan í summarfrí

Skrivstovan hjá Skopunar Kommunu verður stongd í viku 31 og 32 vegna summarferiu. Tað er frá ólavsøkuaftan 28/7 til og við fríggjadagin 8/8 - 2025.

Í hesum sambandi fara vit at heita á tykkum, ið hava ymisk ørindi á kontórinum, s.s. at keypa streym e.l. at orna tað hesa vikuna. 

Við hesum vøkru myndinum, vil Skopunar Kommuna ynskja tykkum øllum eina góða summarferiu.