Tíðindi
Skopunar kommuna er nú, sum tann fyrsta kommunan á Sandoynni, komin á Vangan.
Skopunar kommuna er nú, sum tann fyrsta kommunan á Sandoynni, komin á Vangan.
Hetta er ein tilgongd, vit fóru undir í 2025, har alt tað formliga kom uppá pláss. Men samtykt bleiv, at Skopunar kommuna skuldi koma á vangan fyrst í 2026.
Hetta eru vit glað og errin av og vóna og vænta, at tað eisini verður til gagns fyri borgarin í Skopun.
Hetta er nýtt fyri okkum, og vit eru spent uppá skipanina. Hetta fer at lætta um fyrisitingarliga partin, og gera tað lættari at røkka borgaranum.
M.a fara vit at kunna nýta eina skipan, sum eitur hóp-boð. Hetta er ein skipan, sum skal gera, at kommunan kann geva skjót boð út til borgarin, í einum sms boðum. T.d. kann hetta verða sera hent, um eitt nú ein vatnleki brádliga stingur seg upp. Tá kann vera torført at náa út til øll, men hetta verður lættari og skjótari, tí sms boðini verða send beinleiðis til borgarin.
Sum sagt, so er skipanin nýggj fyri okkum, og vit koma at dagføra vangan hjá kommununi so við og við.
Skopunar kommuna

