Skip to main content

Tíðindi

Broyting av almennu byggisamtyktini fyri Skopunar Kommunu.

Skopunar Bygdarráð samtykti á fundi tann 08.01. 2026, at gera eitt ískoyti til verandi byggisamtykt fyri Skopunar Kommunu við eini serstakari byggisamtykt fyri øki B2:  sethúsaøki.

Henda serstaka byggisamtykt hevur til endamáls at skipa útstykkingina til sethús umframt raðhús.

Økið, sum er útstykkjað, fevnir um 17 grundstykkir til sethús 1 øki til raðhús, 2 grøn økir, umframt veg og gonguteig.

Fyri viðurskiftir, sum ikki eru skipað í hesi serstøku byggisamtyktini, er almenna byggisamtyktin hjá Skopunar Kommunu galdandi.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um serstaka byggisamtykt fyri øki B2:  sethúsaøki, liggur frammi á kommunuskrivstovuni Tormansvegur 12, FO-240 Skopun  frá 16. januar 2026  til 27. februar  2026. Skrivstovan er opin frá kl. 9.00 til 13.00 mán-fríggjadag.

 

Møgulig mótmæli skulu sendast skrivliga til Skopunar Kommunu, Tormansvegur 12, FO-240 Skopun, antin við vanligum posti ella telduposti til Skopun@Skopun.fo. í seinasta lagi  6. vikur frá kunngerðardegnum.

 

Serstaka byggisamtyktin sæst at lesa her.

Kortskjali sæst at lesa her.

 

Skopunar kommuna