Skip to main content

Tíðindi

Sáttmáli ímillum Skopunar Kommunu og Føroya Banka

Fyrr í summar varð ætlað, at taka sjálvtøkuna í Skopunar Kommunu burtur. Men Skopunar Kommuna hevur fingið nýggjan sáttmála í lag við Føroya Banka. Hesin inniber, at so leingi sjálvtøkan riggar, verður hon verandi. Tá hon ikki kann umvælast longur, verður hon tikin burtur.

Av tí, at sjálvtøkan í Skopun ikki verður nógv brúkt, loysir tað seg ikki at seta nýggja upp.

 

Skopunar Kommuna