Tíðindi
Ruskbingjan
Góðu tit øll
Skopunar kommuna hevur í nógv ár havt eina lítla ruskbingju standandi á keiini.
Upprunaliga kom bingjan til útróðurin og tað, sum har til hoyrdi.
Ígjøgnum tíðina er virksemið á keiini broytt, og bingjan er brúkt av øllum í bygdini, eingin trupulleiki í tí!
IRF hevur nú gjørt vart við, at glasull og annað óviðkomandi er tveitt í bingjuna. Hetta hoyrir ikki heima í einari slíkari bingju.
Tí vil Skopunar Kommuna heita á okkum bygdafólk um, at hugsa okkum um, tá vit koyra í hesa bingjuna.
Annars er at leggja afturat, at bingjuplássið er opið mána-, týs-, hós- og leygardag frá kl. 13.00 til 17.00.
Skopunar kommuna