Postkassin verður nú loksins tikin niður. Hann hevur verið væl vitjaður øll hesi árini, síðani hann bleiv settur upp. Postkassin er nú í sera ringum standi, og í vetur fekk hann stóran skaða. Metingar eru gjørdar, at best er at taka hann niður heldur enn, at seta hann í stand.
Tað bleiv samtykt á fundi fyrr í ár, at postkassin skal takast niður og samstundis, at kommunan letur byggja nýggjan postkassa komandi ár.
Eftir ætlan, verður nýggi postkassin eitt sindur størri.