Tíðindi
Nýtt frá OY1R, radioamatøri Regin Nicolajsen
Í januar skrivaði Skopunar Kommuna um ferðina hjá radioamatørinum Regin Nicolajsen, sum skuldi á eina ferð til oynna Bouvet, har teir skulu búleikast í telti í tríggjar vikur.
Nú hevur Skopunar Kommuna frætt frá Regin, og eitt sindur um ferðina og teir fyrstu dagarnar á oynni.
Veðrið har á leiðum hevur verið sera vánaligt. Fyrst vóru tað bara sjey mans, sum komu á oynna, teir hava fingið farmin, men av viðføri hava teir bara fingið tað mest neyðuga.
Tað var ikki bara bara at fáa telt upp, tí veðrið var sera ringt, nógvur vindur og vátaslettingur. Allir mans vóru á kroppi, kaldir og svangir. Tá teltið varð fingið upp við stríð og strev, fingu mennirnir eina heilta máltíð og fóru síðan í sekkin. Avgjørt varð, at seta fleiri telt upp í dagsljósi dagin eftir.
Morgunin eftir vóru teir akkurát líka kaldir og vátir, men farið var upp, at seta fleiri telt upp. Tað lukkaðist at fáa eitt telt upp afturat.
Síðan mátti bíðast eftir betri veðri og at tyrlan kom við meira fólki. Nú vóru teir 10 mans, hetta gjørdi tað lættari at fáa sett teltini upp. Teir fingu trý stór og tvey minni telt upp. Seinni komu 4 mans afturat, so nú var hópurin komin upp á 14.
Dagin eftir var aftur nógvur vindur og avgjørt varð, at tað komu ikki fleiri fólk á oynna, fyrr enn øll 21 kundu herbergast.
So ikki kann sigast annað enn, at teir fyrstu dagarnir á Bouvet hava verið minni hygguligir, har menn hava sitið rennvátir, kaldir og veðurfastir.
Skopunar Kommuna fylgir Regin og kemur við meira nýggjheitum loypandi.
Skopunar kommuna



