Skip to main content

Tíðindi

Nýggjur fótbóltsvøllur Inni í Dal

Tann 14/2 varð sáttmáli undirskrivaður millum Skúlasambandið í Sandoynni og Føroya Møblasølu um nýggjan graslíkisvøll Inni í Dal, har oyggjafelagið - B71 - hevur sínar aktivitetir.

Tað er Skúlasambandið, sum varðar av Meginskúlanum, ítróttarhøllini og fótbóltsvøllinum Inni í Dal, og allar fýra kommunurnar í Sandoynni eru við í felagsskapinum.

Verandi fótbóltsvøllur Inni í Dal er gamal, slitin og illa farin, og tað hevur leingi verið eitt ynski um at skift vøllin út við ein nýggjan. Eftir undirskrivingina í kvøld, er endaliga greitt, at ein nýggjur fótbóltsvøllur nú er beint hinumegin hornið.

Tað vóru umboð fyri Skúlasambandið og fyri kommunurnar í Sandoynni, ið skrivaðu undir sáttmálan sum keyparar, og Birgir Andreasen skrivaði undir vegna Føroya Møblasølu sum veitari av nýggja graslíkinum.

Hetta er ein lutfalsliga stór, men neyðug íløga – ein framtíðar íløga í ungdómin í oynni.

Tað er eitt stórt arbeiði at taka gamla vøllin av, og her útvegar ítróttarfelagið - møguliga saman við kommununum - fólk at hjálpa til við hesum arbeiði.

Føroya Møblasøla, sum veitir hágóðsku graslíki til fótbóltsvøllir, syrgir fyri veitingini, áleggingini og tí, sum hertil hoyrir, og tey taka sær eisini av árligum eftirliti.

Ætlanin er, at nýggi vøllurin skal leggjast á Inni í Dal um mánaðarskifti, apríl/ mai, og væntandi er, at hetta arbeiðið fer at taka einar tvær vikur ella so – alt eftir, hvussu líkindini verða undir áleggingini.

Á myndini ovast eru tað fremst, f.v.: Anna Paulina Leo Olsen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, Gunn Dania Sundstein, forkvinna í Skúlasambandinum og bygdarráðslimur í Sands kommunu og Anita Joensen, varaborgarstjóri í Skálavíkar kommunu.

Aftast, f.v.: Odmar Færø, Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu, Birgir Andreasen og Marjun S. Debes, borgarstjóri í Skopunar kommunu.