Skip to main content

Tíðindi

Mentanarvirðisløn Norðurlandaráðsins

Sum flestum kunnugt, vóru fleiri føroyingar tilnevndir til Mentanarvirðisløn Norðurlandaráðsins. Skopunar Kommuna sendi eina heilsan til Sakaris Stórá, tá tað bleiv kunngjørt, at hann hevði vunnið størsta norðurlendska filmsheiðurin yvirhøvur, Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Sakaris Stórá var ikki einasti Skopuningurin, sum var tilnevndur. Silja Eystberg, ið eisini er ættað úr Skopun, var saman við Elin Á Rógvu tilnevnd fyri skaldsøguna Front. Elin hevur skrivað bókina og Silja hevur myndaprýtt.

Skaldsøgan viðger tað flótandi markamótið millum veruleika, telduspøl og føroyskar sagnir. Hon leiðir lesaran inn í ein virtuellan fantasiheim við nógvum spenningi og undurfullum sagnarverum, har 11 ára gamli Eiri og vinkonan Sólja varnast eina nýggja veru í virtuella fantasiheiminum.

Føroyingar vóru tilnevndir í øllum fimm greinunum av Mentanarvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Tey vóru:

Umhvørvisvirðislønin 2025: Hugla 

Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin 2025: Elin á Rógvi og Silja Eystberg: Fornt, Bókadeild Føroya Lærarafelags. 

Bókmentavirðislønin 2025: Vónbjørt Vang: Svørt orkidé, yrkingar, Forlagið Eksil, 2023. *

Filmsvirðislønin 2025: Seinasta paradís á jørð, leikstjóri: Sakaris Stórá, handritahøvundar: Mads Stegger og Tommy Oksen, framleiðari: Jón Hammer. *

Tónlistavirðislønin 2025: Brimheim. 

Vunnu

 

Hetta er sera stórt, og vísur bara hóast vit eru ein lítil tjóð, so standa vit einki aftanfyri tær størru tjóðirnar. Tað sæst m.a. aftur í hesum tilnevningunum og innanfyri ymisku ítrottargreinarnar.

 

Hjartaliga til lukku tit øll.

 

Skopunar Kommuna