Tíðindi
Meistaradeildin 2027 here we come!
Í dag var dystur heima í Dalinum, har B71 tók ímóti B36.
Veðrið var gott, hóast nakað kalt.
B71 legði seg á odda 1-0, økti síðani til 2-0, sum var støðan, tá farið var til hálvleik. Tá dómarin floytaði dystin av, stóð B71 sum vinnari við einum 5-3 sigri.
Borgarstjórin var og hugdi at dystinum, og tá hon ynskti formanninum, Búa Falkvard Clementsen til lukku við uppflytingini, takkaði hann fyri og segði: Ja Marjun, nú mugu vit øll taka arbeiðshandskar uppá.
Púra rætt er tað, tí krøvini í meistaradeildini eru nøkur heilt onnur enn í 1. Deild.
Vøllurin heima í Dalinum bleiv skiftur á vári í 2025, og hevur heilt víst verið við at mynda til góðu gongdina.
Nú fara vit øll í arbeiðshandskarnar, so góða gongdin kann halda fram.
Hjartaliga til lukku við uppflytingini øll somul, og drív á B71.
Skopunar kommuna


