Skip to main content

Tíðindi

Læknamiðstøðin

1. februar 2026 tók Gunnhild Helmsdal við sum ein av trimum læknum í Sandoyar læknadømi.

Gunnhild Helmsdal hevur m.a. starvast í Vestmanna sum kommunulækni í nøkur ár, og fleiri av okkum minnast og kenna hana sum korona-læknin, sum javnan var at hoyra í útvarpinum. Eisini hevur hon vart sína ph.d ritgerð Long COVID í Føroyum, sum fekk sera góð ummæli.

Umframt Gunnhild Helmsdal, starvast Guðrun Zachariassen og Ása J. Jacobsen  sum læknar á læknamiðstøðini á Sandoynni.

Vit eru sera heppin at hava hesar tríggjar í starvi á læknamiðstøðini. Hinvegin, eru umstøðurnar hjá læknunum og brúkaranum ikki tær bestu. 

Kommunurnar í økinum fara nú undir at kanna eftir, hvussu vit fáa bøtt um umstøðurnar hjá starvsfólkunum og okkum brúkarunum á læknamiðstøðini. Krøvuni eru nøkur onnur í dag, enn tá læknamiðstøðin varð bygd og tikin í nýtslu í 80'inum.

Viðhefta myndin er tikin, tá vit formliga heilsaðu Gunnhild vælkomnari.

frá vinstru,

Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu

Jákup Andrias Thomsen, bygdaráðslimur Skúgvoyar kommuna

Anita Joensen, varaborgarstjóri Skálavíkar kommuna

Gunnhild Helmsdal, kommunulækni

Anna P. L. Olsen, borgarstjóri Húsavíkar kommuna

Marjun S. Debes, borgarstjóri Skopunar kommuna