Skip to main content

Tíðindi

Kirkjugarðar í Skopunar kommunu

Góðu tit øll,

 

Vit eru fleiri, ið eiga onkran kæran í kirkjugørðunum í Skopun.

Tað stendur Skopunar kommunu nær at gera sítt fyri, at halda og røkja kirkjugarðarnar í kommununi.

Í verandi stund, eru kirkjugarðarnir ikki lættir at halda m.a. tí, at tað er so ringt at sláa ímillum gravir. Hetta er við til, at kirkjugarðurin kann síggja órøkin út.

Í hesum sambandi, fer Skopunar kommuna undir eina tilgongd har vit, saman við tykkum avvarandi, fara at betra um umstøðurnar. Hetta fyri, at gera tað lættari at halda og røkja kirkjugarðarnar.

Ætlanin er at fáa beint rammir o.a. burtur og taka oman av gravunum, so tær verða javnar við jørðina. Møguleiki verður tó at hava eitt beð frammanfyri gravsteinin, breiddina á gravsteininum og einar 60 cm út.

Hevur man perónligt ynski um at varðveita rammur, so hava vit viðring fyri tí.

Hetta er alt ein liður í, at vit ynskja at halda kirkjugarðarnar betur.

Í sama viðfangi, fara vit at seta nr.spjøldur við gravirnar, sum síðani verða skrásettar í einari talgildari skipan.  

Eru ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Skopunar kommunu á 361349 ella skopun@skopun.fo

 

Við vón um vælvild og gott samstarv.

Skopunar kommuna