Skip to main navigation Skip to main content Skip to page footer

Tíðindi

Innsavnan til Reyða Kross

Í ein eina tíð, hava børnini í Barnagarðinum í Gerðinum, frítíðarskúlanum og skúlabólkurin gjørt ymiskar lutir, sum tey skuldu selja ísv stóru innsavningina hjá Reyða Krossi.

Meiningin var, at tey skuldu selja uttanfyri har kommunukontórið heldur til, men veðrið í gjár var so keðiligt, at farið varð inn í Undirhúsið.

Frá 10-11 vóru tað børn í barnagarðsaldri, sum seldu ymiskt, tey høvdu perlað, og so framførdu tey eisini onkrar sangir.

 

Frá 14-15 vóru tað børn úr frítíðarskúlanum og skúlabólkinum sum seldu tálgaljós, tey sjálvi høvdu gjørt

 

Børnini seldu fyri knappar 4000,00 kr.

Peningur fer óskerdur til Reyða Kross