Skip to main content

Tíðindi

Ungur nemur gamal fremur

Í fjørð skipaði Skopunar Kommuna fyri trolskeiði, hetta varð sera væl umtókt og fullteknað áðrenn vikan var av. Nógvir ungir menn og kvinnur fingu góða undirvísing og nógv gott í skjáttuna at hava við út í lívið.

 

Í gjár í góðveðrinum fóru vit ein túr yvir í skúrin hjá Schønning Hentze. Har stóðu tveir ungir menn, 8 og 9 ára gamlir, og róku um. Vit tosaðu við Schønning, sum hevur tikið upp á seg, at læra hesar unglingar at reka um. Hann lat væl at, hesir vilja læra og eru sera arbeiðssamir, segði hann. Fyrr í vikuni hava eisini aðrir undir dreingir verið og lært seg at reka um.

 

At búgva úti á bygd er eitt privilegium fyri okkara børn og ungu, her er so nógv at læra, sum ikki kann lærast í bókunum.

 

Skopunar Kommuna hevur fostrað mangan rokskipara, og sum tíðindini bórust í gjár, so er Sandoyggin nummar eitt yvir inntøkuhækkan í landinum, man ikki Skopun eiga sín part her.