Tíðindi
Havhestatíð
Tað er rokan í fjørðuni í Skopun.
Í allarbestu havhestatíð er gott lag á fólki. Tað hevur verið væl at fáa og nógvur eftirspurningur.
Sum oftast eru tað flest menn, sum hava sitið við grýturnar og skoldað, men í ár hava fleiri kvinnur eisini verið við. Og ikki at gloyma okkara unglingar, sum hava verið uppi í frá byrjan.
Øllum kunnugt, so er tað eitt øgiligt arbeiði, sum liggur aftanfyri, at fáa havhestin kláran til matna. Tá mennirnir koma inn við fuglinum, verður farið at skoldað ella royta. Bæði menn og kvinnur taka lut í hesum arbeiðið. Børnini eru eisini við, og gott at tey verða hildin til, so tey kunnu taka við læru.
Nógv fólk sæst á kaiini til eitt prát, og eisini er onkur og keypur sær ein døgurað. Gott hjá teimum, sum ikki hava møguleika at fara eftir havhesti, at kunna keypa sær eitt kók ella tvey.
Myndirnar tala fyri seg, og tað kann ikki sigast annað enn, at í Skopun er bygdasligt at búgva!
Skopunar kommuna

















