Skip to main content

Tíðindi

Hámarksferð 30 km/t

Sum nokk fleiri hava lagt merki til, so eru skeltir komin upp í bygdini, ið vísa á, at tað nú einans er loyvt at koyra 30 km/t í Skopun.

Hetta er ein liður í, at gera tað tryggari hjá okkum øllum, sum ferðast í bygdini.

Á kortinum sæst, hvar hesi skeltir eru sett upp.

Seinastu árini, og kanska serliga síðani tunnilin lat upp, er ferðslan økt sera nógv í bygdini. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit seta átøk í verk, sum kunnu vera við til, at gera tað tryggari hjá okkum øllum at ferðast á vegunum í Skopun.

Tað næsta átakið, ið verður sett í verk, verður at gera bungur, har tørvur er á tí.

 

Skopunar kommuna