Tíðindi
Gott vikuskifti
Við hesum vøkru summarmyndum, vil Skopunar kommuna ynskja tykkum øllum eitt gott vikuskifti.
Nú eru tvær vikur til ársins Sandoyarstevna fer av bakkastokkið. Í ár er tað Skopun sum er karmur um stevnuna, við Samljóð á odda, hetta gleða vit okkum til.
Komandi tvær vikurnar verða nýttar til, at fríðka um í bygdini. Í tí sambandi, vilja vit eisini eggja bygdafólki at gera tað sama.
Gott vikuskifti øll somul.
Skopunar kommuna























