Skip to main content

Tíðindi

Gott vikuskifti

Í morgun vaknaðu vit til serstakliga vakurt heystveður.

Tað var stilli og turt, tá sólin spakuliga reis.

Hesar myndirnar eru tiknar á nýggju útstykkingini á Hamarsvegi, so útsýnið hjá teimum ið koma at byggja har, kann ikki sigast annað enn at vera serstakliga gott og vakurt.

Skopunar kommuna legði leinkju út í gjár, har yvirlit sæst yvir tøk grundstykkir á Hamarsvegi.

Tøk grundstykkir - Skopun

Hevur man fyrispurningar e.l. er man altíð vælkomin at kontakta Skopunar kommunu.

 

Skopunar kommuna ynskir øllum eitt gott vikuskifti.