Tíðindi
Gera nýggjan kirkjugarð
Góðu tit øll,
Síðani nýggja stýrið í Skopunar kommunu kom til í januar 2025, hevur verið arbeitt við nýggja kirkjugarðinum. Undanfarna stýrið setti gongd á arbeiðið síðst í 2024. Eftir hetta er einki arbeiði gjørt á staðnum.
Hóast einki er hent á staðnum, hevur verið arbeitt við málinum. Nú eru vit loksins komin á mál, og arbeiðið uppá nýggja kirkjugarðin byrjar í komandi viku, viku 28.
Tað er Verkfo, ein fyritøka ið veitir verkfrøðiliga ráðgeving, sum hevur teknað okkum nýggja kirkjugarðin. Tað verður Sp/f Finnleif Fagradal, sum kemur at gera arbeiðið.
Tilboðið uppá kirkjugarðin ljóðar uppá kr. 2.555.070,00 kr u/MVG.
Í nýggja kirkjugarðinum verður pláss fyri 182 gravum.
Gongst sum ætla, væntast arbeiðið at verða liðugt seinni í ár, og kirkjugarðurin verður klárur at taka í nýtslu í komandi ári.
Skopunar kommuna

