Tíðindi
Fýra nýggj hús
Tað grør um gangandi fót, sum orðatakið sigur.
Hetta er serliga galdandi í Skopun í løtuni. Bara hesa síðstu tíðina eru fýra nýggj hús bygd norðuri á Ognini.
Trý eru liðug og tey fjórðu, húsini hjá Hedvig og Hallmar Winther, blivu reist í dag.
Sandoyar Tunnilin hevur víst seg at verið góður fyri okkara bygd! Bara síðan hann lat upp fyri knøppum 15 mánaðum síðani, hava fleiri nýggir borgarar valt, at búseta seg í okkara bygd.
Skopunar Kommuna ynskir øllum vælkomnum og blíðan byr.