Tíðindi
Fundur við tunnilsfelagið
Fríggjadagin 14/8 var fundur á skrivstovuni hjá Skopunar kommunu, har viðurskiftini í Sandoyartunnlinum vóru á skrá.
Fundurin var ímillum borgarstjóranar í sýðsluni og Una Danielsen stjóra í tunnilsfelagnum, umframt umboð frá El-service.
Frágreining bleiv givin uppá viðurskiftini í tunnlinum, og El-service greiddi frá tí tekniska.
Vit høvdu ein góðan og siðiligan fund, har vit samdust um, at ein loysn má finnast skjótast gjørligt. Eisini skulu teir koma við einari frágreiðing um viðurskiftini í Sandoyar tunlinum.
Vit fylgja málinum upp og vænta at frætta aftur, so skjótt sum nakað nýtt er at frætta.
Skopunar kommuna

