Tíðindi
Ferð til Bouvet
Ferð til Bouvet!
Síðst i hesum mánaðinum fer eitt lið av radioamatørum úr øllum heiminum eina radioransóknarferð til Bouvet oynna á suðurpólinum.
Við á hesari ferðini verður Skopuningurin Regin Nicolajsen saman við 17 øðrum radioamatørum. Regin hevur verið radioamatørur í nógv ár og nú hesin møguleiki stakk seg upp, tók hann av.
Sjálv ferðin byrjar úr Cape Town í Suður Afrika, har silgt verður til Bouvet, sum liggur einar 1400 fjórðingar úr Cape Town. Ferðin kemur at taka einar 7-10 dagar.
Komnir til Bouvet verða telt sligin upp, har radioamatørarnir skulu búleikast í tríggjar vikur.
Endamálið við hesari ferð er, at knýta sambond við so nógvar radioamatørar sum møguligt.
í hesum høpi er Bouvet mest áhugaverda oyggin í heiminum, men tað er ikki heilt vandaleyst at gera eina slíka ferð, og krevur tí nógva fyrireiking og er sera kostnaðarmikið.
Regin hevur longu verið av landinum í fleiri umførum, har teir hava gjørt royndir og planleggingar.
Oyggin Bouvet er ber og dekkað av ísi alt árið, har er kalt, vátt og vindhart. Temperatururin liggur um -4 til 4 stig. Oyggin er hin mest fjarskotna oyggin í heiminum og fá fólk hava traðkað fótin á oynna. Tað hava verið fleiri fólk í rúmdini, enn tað hava verið á Bouvet. Regin Nicolejsen er fyrsti føroyingur í søguni, sum hevur fingið møguleikan at vitja hesa oyggj!
At vera radioamatør er blivið meira enn eitt frítíðarítriv, hesir amatørar hava samband við allan umheimin, nógv at útgerðini hava teir bygt sjálvir. Eisini hjálpa teir við at seta samskiftisútgerð upp fyri bjargingarfeløg.
Skopunar Kommuna ynskir Regin og restini av radioamatørunum góða ferð og má Harrin verða við tykkum. Vit fara at fylgja væl við á tykkara ferð og vænta at frætta tíðindi frá OY1R inn ímillum.
Skopunar kommuna


