Skip to main content

Tíðindi

Closed For Maintenance 2026

Nú eru nakrir dagar síðani, at afturvendandi tiltakið hjá Visit Faroe Islands ”Closed For Maintenance”, var av á hesum sinni. Vit vóru so heppin at verða við aftur í ár, har vit fingu arbeitt víðari uppá lendisgøtuna framvið Norðara vatni. 

Í ár vóru vit sera heppin við veðrinum ímun til í fjør, har veðrið spældi okkum eitt stórt puss.

Tey, ið luttóku í ár komu úr Danmark, Eysturríki, USA, Írlandi, Japan, Chile, Fraklandi og Føroyum.

Tiltakið CFM byrjaði mikudagin 29. mai, har luttakarirnir fingu upplýsingar, lætt ábit o.a. í Skeiva Pakkhúsið í Havn. Síðani fóru tey við bussum út á tey støð, tey skuldu arbeiða.

Toymið, ið kom til Skopunar, bleiv kallað ”The Pink Team”, tað vóru 11 luttakarar í hesum toymi.

Mikukvøldið gingu vit ein túr runt í bygdini, og annars gjørdu klárt í Samljóð, har tey skuldu gista teir dagar tiltakið varð.

Hósdagin fingu vit góðan morgunmat, og tey smurdu sær ein góðan matpakka at hava við.

Í ár valdu vit at nýta eina maskinu, har hetta var møguligt, at skera flagið omanav. Hetta gjørdi arbeiðið lættari og vit komu av tí sama longri við gøtuni.

So hvørt gøtan longdist, tað størri gjørdist avbjóðingin at fáa tilfar oman. Men tað gekk eisini.

Eftir arbeiðstíð borðreiddi kokkurin við sera vælsmakkandi gulllaksfrikadellum v.m. Restin av kvøldinum fór við avslapping og hugna.

Fríggjadagurin gekk líka væl sum hósdagurin, við góðum mati og góðum veðrið. Fríggjakvøldið borðreiddi kokkurin við flaki og tilhoyri, gestirnir mundu ikki fingið afturhald.

Síðani gekk leiðin oman á Spinnaríið við Ánna, har vit fingu eina áhugaverda rundsýning og frágreiðing frá Rebekku, munnbitar við vælsmakkandi føroyskum viðskera og okkurt gott afturvið.

Arna L. Nielsen kom at greiða frá bygninginum vit stóðu í, at tað var gamla el-verkið í Skopun.  Sera áhugavert. Síðani sang hon so meistarliga tríggjar vísur fyri okkum. Áhoyrarir vóru púra bergtiknir.

Leygardagin arbeiddu vit eina lítla løtu, síðani fóru vit gongutúr niðan á Lýraberg. Gestirnir vóru púra ovfarnir av vakra túrinum og útsýninum. Tey høvdu bestan hugin, at verða sitandi í góða veðrinum uppi á Lýrabergi.

Áveg heimaftur gingu vit oman til Lykkjuvøtnini og síðani framvið bakkanum heim í bygdina.

Bussur kom eftir teimum kl. 13.30 og koyrdi tey norð á hotel, har tey skuldu yvirnátta. Dagin eftir fóru tey av landinum aftur.

Tiltakið endaði á bryggjaríðnum Oy í Havn, har Guðrið Hoygaard v.fl. tóku saman um. Hvørt toymi greiddi eisini frá sínari verkætlan, har man sá myndir frá áðrenn og aftaná. Nógv er komið burturúr runt um í landinum.

 

Alt í alt eitt væleydnað tiltak, sum eg eri sera fegin um, at vit aftur í ár kundu verða ein partur av. 

Stóra tøkk til tykkum, sum á einhvønn hátt hava hjálpt til, lænt okkum amboð v.m. Umsjónarmenninir Friðfinn Nicolajsen, Halvard Jacobsen og Dagfinnur Jensen, sum hava verið við til at skipa arbeiðið við gøtuni, Kitty M. Winther, sum hevur staðið fyri matinum og Frida Poulsen á Visit Skopun, sum hevur samskipað arbeiðið. Eina stóra tøkk til Spinnaríið við Ánna og Arnu L. Nielsen fyri góða frágreining og góðan sang. Og ikki minst til ungu harrarnir Liam og Jógvan, sum síggjast á myndunum. Teir hava verið raskir at hjálpt til, og hvør veit, um teir ikki koma at samskipa eitt slíkt tiltak aftur um nøkur ár.

Livst so spyrst.

 

 

Marjun Debes

Borgarstjóri

Skopunar kommuna