Skip to main content

Tíðindi

Byggisamtykt fyri Skopunar Kommunu

Nýggja byggisamtyktin fyri Skopunar Kommunu er nú dagførd og góðkend.

Arbeiði við at broyta byggisamtyktina byrjaði seinastu setu, og tað var fyrrvernadi borgarstjóri Gerhard Lognberg ið stóð á odda fyri at fáa hana broytta. Tað hevur tíverri tikið langa tíð, at fáa hana góðkenda, men nú er hon góðkend, og liggur tøk her á heimasíðuni.

Í byggisamtyktini stendur at lesa, hvussu man skal fyrihalda seg í samband við bygging o.s.v.

Skopunar Kommuna arbeiðir við at fáa vegleiðingar út á heimasíðuna, um hvussu man skal søkja, og nær tað er neyðugt at søkja um byggiloyvi.

Her sæst byggisamtyktin fyri Skopunar Kommunu.