Skip to main content

Tíðindi

Búrhandilin 170 ár

Góði Kristoffur og tit øll

Í gjøgnum ættarlið, hevur tykkara handil verið ein týðandi partur av bygdarlívinum. Eitt stað við góðari tænastu, trúfesti og nærveru, sum hevur havt stóran týdning fyri fólk í gerandisdegnum.  

At hava havt ein handil í 170 ár, kemur ikki av ongum. Við góðari tænastu og sterkum virðum, sum hava staðið sína roynd gjøgnum ættarliðini, hava tit víst á hvat skal til.

Í einari bygd er ein handil nógv meira enn bara ein handil. Sum tú, Kristoffur, segði so væl í einari samrøðu, so er handilin eitt savningarstað, har fólk hittast, fáa eitt gott prát og kenna seg væl.

Eg havi havt nógvar góðar løtur í Búrhandlinum og minnist aftur á, tá vit vóru ung og plagdu at halda til í Búrhandlinum, ella uttanfyri Búrhandlin. Eg minnist eisini aftur á Plátubarrina. At koma inn har sum smágenta var nakað serligt. Har vóru øll tey kulu, og man skuldi líkasum samla sær mót, at fara inn har, tá ungdómur helt til inni í Plátubarruni. 

Sterkastu minnini eru jólaløturnar í Búr. Vit eru fleiri sum hava ta kensluna, at tað er ikki orduliga jól, fyrrenn man hevur verið inni í Búr lítla jólaaftan og tikið í móti jólamanninum. Ein fylgdi væl við, tá hann kom við posanum, har allir lutaseðlarnir vóru í, sum man hevði samla sær ígjøgnum desembur mánað, tá man keypti í handlinum. Hetta hevur altíð verið siðvenja í familjuni, og tað er stuttligt at kunna føra siðvenjuna víðari til míni egnu børn. Allan desembur mánað sat nissan eisini uppi í vindeyganum og fylgdi við, tá man kom inn í handilin. Hon verður seint gloymd. Eitt so deiligt barnaminni at hava.

Tíðirnar broytast, og vit broytast við.

Tey ið eru eldri enn eg, hava uppaftur fleiri minnir um og úr Búrhandlinum, og hvussu tíðirnar eru broyttar. Tað er stuttligt at hoyra um, hvussu tað var fyrr. At vita sær, at ein biografur eisini hevur verið har, tað er sermerkt.

Við hesum orðum fari eg, vegna Skopunar kommunu at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við hesum stóra degi og vóna, at handilin framhaldandi fer at vera eitt savningar stað í bygdini í nógv ár afturat.

Bestu ynski um góða eydnu og eina bjarta framtíð við Guds signing.

Marjun Debes

borgarstjóri

Skopunar kommuna