Skip to main content

Tíðindi

Afturmeldingar um nýggjárshaldið hjá Skopunar kommunu

Góðu tit øll

 

Nú nýggjárið er farið aftur um, ynskja vit at hoyra afturmeldingar frá tykkum um nýggjárshaldið.

 

Vit ynskja at hoyra, hvat tit halda um afturvendandi nýggjárshaldið, sum nýggjársnevndin hjá Skopunar kommunu skipar fyri. Hvat halda tit riggar væl, og hvat riggar minni væl?

Inni á heimasíðuni hjá kommununi www.skopun.fo, er ein rís og rós teigur niðast á síðuni, har man kann skriva inn og siga sína hugsan.

Fyriskipararnir høvdu verðið glaðir fyri afturmeldingar, so man framhaldandi kann arbeiða uppá, at betra hetta tiltak.

 

Nýggjársnevndin